rasmushendan.jpg (1)
Rasmus í kapping í Roskilde fyrr í ár.

Rasmus kappast ímóti teimum bestu í Danmark

Hetta vikuskiftið luttekur 12 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini í donsku kappingini Kids Masters, sum er ein kapping, har teir bestu leikararnir í yngstu aldursbólkunum í Danmark eru úttiknir at luttaka í.

Kappingin, sum er fyri teir best styrkismettu 10-13 ára gomlu í Danmark, er býtt upp í fýra styrkisbólkar, og Rasmus luttekur í tí fremsta bólkinum. Hann skal sostatt spæla ímóti 11 teimum bestu leikarunum í Danmark, men hann plagar ikki at smæðast.

Rasmus hevur havt eitt gott kappingarár í ár, har hann bleiv nummar trý í samlaðu føroysku Grand Prix-kappingini, og eisini hevur gjørt tað somikið gott í donskum kappingum, at hann nú er úttikin at luttaka í Kids Masters.

Kids Masters verður spælt í høllini hjá Amager BTK, og tað er ikki ein ókend høll fyri føroyingar. Har hava nevniliga fleiri føroyskir borðtennisleikarar spælt meðan teir hava verið - og eru - í lestrarørindum í Danmark.

Rasmus leggur fyri leygardagin við fyrsta bólkaspælinum, og sunnudagin verður víðari spæl og plaseringsdystir. Skráin fyri kappingina sæst her, og frætt verður nærri seinni hvussu gekk Rasmusi.