Kappingarreglur BTSFs

 

Grein 1

Kappingar

Vegna BTSF skipar starvsnevndin og kappingarnevndin fyri kappingum um FM í borðtennis og seta kappingarstjóran.

 

Grein 2

Galdandi reglur

Spælt verður eftir teim til ein og hvørja tíð galdandi altjóðareglum fyri borðtennis, og teim á aðalfundi BTSF´s samtyktu føroysku serreglum.

Kappingarstjórin hevur ábyrgd av , at hesar reglur verða hildnar, í teim førum, har leikreglurnar ikki kunna verða hildnar, hevur kappingarnevndin, eftir at hava ráðført seg við dómsnevndina, avgerðarrætt.

Kappingarstjórin eigur altíð at hava eitt eintak av nýggjastu útgávu av kappingarreglunum við hondina, tá ið kapping er.

 

Grein 3

Leikari skiftir felag

Um leikari skiftir felag, skulu øll limaviðurskifti hjá bæði felag og leikara verða í lagi, áðrenn hesin fær loyvi at spæla.

 

Grein 4

Luttakandi deildir

Kappast verður millum lið, í ein- og tvímansleiki og í blandaðum tvímansleiki, og umfatar hesar deildir: smápinkur, smápiltar, pinkur, piltar, smágentur, smádreingir, gentur, dreingir, kvinnuunglingar, mansunglingar, kvinnur, meistaradeildina, meðaldeildina, old girls og old boys.

 

Grein 5

Aldursmørk

Smápinkur og smápiltar:                           Ikki fylt 10 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

Pinkur og piltar:                                        Ikki fylt 12 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

Smágentur og smádreingir: Ikki fylt 14 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

Gentur og dreingir:                                   Ikki fylt 16 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

Kvinnuunglingar og mansunglingar:        Ikki fylt 18 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

Kvinnur og meistaradeildin:                     Einki aldursmark.

Meðaldeildin*:                                         Hava fylt 18 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

Old girls og old boys:                               Hava fylt 35 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

 

* (Viðvíkjandi liðkapping í meðaldeildini kann verða gjørt frávik um felag, ið søkir um undantaksloyvi, ikki hevur lið í deild har yngri leikarar kunnu leika. Kappingarnevnd BTSF´s metir og avger í slíkum førum.)

 

Grein 6

Liðkapping

Stk. 1

Kappingarnevnd BTSF´s ger av á hvørjum ári, hvussu liðkappingarnar í hinum deildunum skulu fara fram.

 

Stk. 2

Loyvi at taka lut í liðkappingini í meistaradeildini, hava allir leikarar, uttan mun til hvørja deild teir annars hoyra til.

Hevur leikari tikið lut í deild omanfyri sína egnu, skal hann leypa dyst um í hægru deildini, áðrenn hann aftur kann leika í lægri deild.

 

Stk. 3

Tað er loyvt at broyta liðini frá dyst til dyst, eisini í cup-kappingum, um leikararnir annars lúka tey krøv, sum lógirnar seta (sí grein 6, stk. 2).

Hevur felag 2 ella fleiri lið í somu deild, skal ein styrkimeting uppgevast, so at sterkasta liðið fær frámerki A og næststerkasta B o.s.fr., og flyting av leikarum millum hesi liðini fer fram eftir somu reglum sum í grein 6 stk. 2, sum um lægra liðið var í lægri deild.

 

Stk. 4

Eitt lið kann hava 2 ella 3 leikarar. Av hesum leika 2 ímóti tveimum á mótstøðuliðnum – allir ímóti øllum í einmansleiki. Eisini verður ein tvímansleikur leiktur, eftir at tveir einmansleikir eru leiktir.

 

Stk. 5

Um leikari leikar í liðkappingini í hægri deild enn sínu egnu, ávirkar hetta tó ikki rætt hansara at luttaka í ein- og tvímansleiki í egnar deild.

 

Stk. 6

Raðfylgjan av dystum í liðdysti skal verða hendan...

Tvey manslið:

  1. A ímóti X
  2. B ímóti Y
  3. Tvímansleikur
  4. A ímóti Y
  5. B ímóti X

Trý manslið:

  1. A ímóti X
  2. B ímóti Y
  3. C ímóti Z
  4. B ímóti X
  5. A ímóti Z
  6. C ímóti Y
  7. Tvímansleikur
  8. B ímóti Z
  9. C ímóti X
  10. A ímóti Y

Kappingarnevndin ella kappingarstjórin á staðnum ger av, nær liðdystur er liðugt leiktur.

 

Grein 7

FM-kappingar í ein- og tvímansleiki

Stk. 1

Kappingarnevnd BTSF´s ger av á hvørjum ári, hvussu og hvar FM-kappingarnar skulu fara fram.

 

Stk. 2

Kappingarnevnd BTSF´s ger av, um seeding skal nýtast til einstaklingakappingarnar og ger av, hvørji skulu seedast. Um leikararnir verða seedaðir, verður hetta gjørt út frá Grand Prix-kappingini.

 

Stk. 3

Verður leikt eftir cup-skipan, skulu allir dystir leikast sum best av 7 settum í meistaradeildini.

Verður leikt í bólkum skulu dystirnir vera best av 5 settum.

Um úrslitaleikir eru eftir cup-skipanini eiga teir at vera best av 7 settum.

Allar aðrar deildir leika best av 5 settum.

 

Stk. 4

Kappingarnar skulu skipast so, at raðfylgjan er hendan:

  1. Smápinkur og smápiltar                                    
  2. Pinkur og piltar
  3. Smágentur og smádreingir
  4. Gentur og dreingir 
  5. Kvinnuunglingar, mansunglingar, meðaldeildin og møguliga kvinnur
  6. Meistaradeildin og møguliga kvinnur

 

Hetta verður gjørt fyri at nr. 1, 2, 3 og 4 í einmansleiki og nr. 1 og 2 í tvímansleiki skulu hava høvi at luttaka í deildini omanfyri í bæði ein- og tvímansleiki.

Eingin kann tó flyta upp í meðaldeildina.

Old boys og old girls deildirnar kunnu leikast uttanfyri hesa raðfylgju, tó innanfyri tíðarskeiði 1. oktober til 1. mai.

Kvinnu- og mansunglingar flyta upp í ávíkavist kvinnu- og meistaradeildina sambært omanfyrinevnu reglum.

Rætt at taka lut í meistaradeildini hava leikarar, ið hava tikið lut í liðkappingini í meistaradeildini, og annars uppfylla treytirnar, ið eru ásettar, og teir, sum eftir omanfyrinevndu reglum í grein 7 hava vunnið sær rætt til luttøku í meistaradeildini.

Tó kann kappingarnevndin BTSF´s í serstøkum førum geva undantaksloyvi til leikara at taka lut í meistaradeildini.

Kappingarnevnd BTSF´s hevur eisini heimild at nokta leikarum at taka lut í meðaldeildini, um hon metir, at leikarin er ov sterkur, og tískil oyðileggur kappingina og hugin hjá leikarum, ið annars taka lut í meðaldeildini (meðaldeildin eigur at verða frí fyri sovorðnum).

 

Grein 8

Upp- og niðurflyting

Stk. 1

Felag, ið vinnur meðaldeildina, skal flyta upp í meistaradeildina komandi kappingarár, um tað ikki hevur lið í meistaradeildini frammanundan. Serlig viðurskifti kunna loyva BTSF at geva undantaksloyvi frá hesum.

 

Stk. 2

Fyri at luttaka við meira enn einum liði í meðaldeildini krevst, at viðkomandi felag stillar upp við einum liði í meistaradeildini. Serstøk viðurskifti kunnu loyva BTSF at geva undantaksloyvi frá hesi reglu.

 

Grein 9

Dómaraseðlar

Dómaraseðlar eiga at verða nýttir til allar liðkappingar innan BTSF.

Heimaliðið hevur ábyrgd av, at dómaraseðlar eru BTSF í hendi innan 3 dagar eftir leikdagin. Annars tapir heimaliðið dystin.

Um leikt verður á annan hátt enn við úti- og heimadystum, t.d. við stórum umfari í ítróttarhøll, hevur kappingarstjórin ella ein av kappingarnevndarlimunum ábyrgd av hesum.

 

Grein 10

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið til FM-kappingarnar verður ásett av starvsnevnd BTSF´s.

 

Grein 11

Útreiðslur av kappingum

BTSF heldur útreiðslurnar av heiðursmerkjum, steypum, høllum, diplomum o.ø. til FM-kappingarnar.

 

Grein 12

Leikstaður

Kappingarnevnd BTSF´s avger, hvar FM-kappingarnar skulu vera leiktar, og avger, um borð og høli eru egnað til kappingarnar.

 

Grein 13

Landslið

Starvsnevnd BTSF´s setur landsliðsvenjara, sum so hevur fulla ábyrgd av úttøku til landsliðið, og liðnum annars.

 

Grein 14

Ferðaútreiðslur

Feløgini gjalda ferðaútreiðslur og syrgja fyri innivist sjálvi.

 

Grein 16

Luttøkutreytir

Taka lut kunnu øll feløg, ið eru limir í BTSF, treytað av, at ongar limaskyldur eru forsømdar.

 

Grein 17

Ítróttarbúnar

Leikt verður í ítróttarbúna. Ynskiligt hevði verið at feløgini leiktu í eyðkennisbúna. Ein treyt er tó, at ikki er loyvt at leika í hvítum troyggjum og/ella buksum.

 

Grein 18

Kærur

Kærur um FM-kappingar verða at avgreiða eins og fyrisett í teirri til ein og hvørja tíð galdandi reglugerð fyri kærur innan BTSF.

Um felag ynskir at leggja kæru inn í samband við tilburð í eini kapping, skal kæran í fyrstu atløgu sendast til kappingarnevndina innan 3 samdøgur eftir tilburðin.

Kappingarnevndin ger síðani úrskurð. Er partur í kærumálinum misnøgdur við úrskurðin, kann hesin innan 7 dagar, eftir at málið er avgreitt frá kappingarnevndini, kæra úrskurðin til dómsnevndina, ið ger endaliga úrskurðin.

BTSF (t.e. her starvsnevnd og/ella kappingarnevnd) kann eisini av eintingum taka tilburð til viðgerðar, har illgruni er um, at framferðin ikki fylgir reglugerðini.

Úrskurður, ið BTSF ger í slíkum føri, kann eisini skjótast inn fyri (appellerast til) dómsnevndina, ið so ger endaligan úrskurð.

 

Grein 19

Útlendskir leikarar

Hvørt lið kann í mesta lagi hava ein útlending á liðnum (3-mans lið). Útlendskir leikarar hava tó ikki luttøku rætt í ein- og tvímansleiki í FM.

Sum útlendingur verður roknaður tann leikari, ið ikki hevur fastan búðstað í Føroyum seinastu 3 árini undan kappingini, hann skal taka lut í. Feløgini skulu altíð kunna leggja prógv fram um, at leikarar teirra hava luttøkurætt. Hevur leikari ikki luttøkurætt, tapir felagið allar dystir, hesin leikari hevur tikið lut í. Annasr eru sum lógir galdandi tær treytir, ið lógir ÍSF´s seta á hesum øki.

 

Grein 20

Lutakast og seeding

Mælt verður til, At BTSF altíð hevur raðlistar í øllum deildum til taks, sum kunnu og skulu nýtast til seeding til kappingar.

Í einstaklingakappingini kunnu 2, 4, 6, 8 ella 16 leikarar seedast. Í tvímansleiki kunnu 2, 4 ella 8 pør seedast.

Grundarlagið fyri, hvussu nógvir leikarar ella pør verða seedað, eigur at verða hetta:

Luttøka av 8 leikarum ella pørum – 2 leikarar ella pør verða seedað.

Luttøka av 16 leikarum ella pørum – 4 leikarar ella pør verða seedað.

Luttøka av 24 til 32 leikarum ella pørum – 8 leikarar ella pør verða seedað.

Luttøka av omanfyri 32 leikarum ella pørum – 16 leikarar ella pør verða seedað.

 

  1. a)Um tveir leikarar ella pør verða seedað, verður lutakast um plássini hjá nr. 1 og 2. Tann, ið fyrst verður trektur, verður settur á ovasta pláss á ovastu helvt, og hin á niðasta pláss á niðastu helvt.
  2. b)Um fýra leikarar ella pør verða seedað, verður lutakast ímillum nr. 1 og 2, sum í a), og eftir hetta verður lutakast ímillum nr. 3 og 4. Tann, ið fyrst verður trektur, verður settur á niðasta pláss á ovaru helvt, og hin á ovasta pláss á niðaru helvt.
  3. c)Um átta leikarar ella pør verða seedað, verður lutakast ímillum nr. 1, 2, 3 og 4 sum á a) og b), eftir hetta verður lutakast ímillum nr. 5, 6, 7 og 8. Tann, ið fyrst verður trektur, veður settur á fyrstu fjórðingshelvt niðasta pláss; tann næsti á triðju fjórðingshelvt niðasta pláss; tann næst á aðru fjórðingshelvt ovast pláss; og tann síðsti á fjórðu fjórðingshevlt ovasta pláss.
  4. d)Síðani verður restin av leikarunum sett frá ovast til niðast, soleiðis sum teir nú einaferð verða trektir. Tó verða leikarar úr sama felag aðru hvørja ferð í ovaru helvt og aðru hvørja ferð í niðaru hálvu.

 

Um felag hevur meldað tveir leikarar/pør til, verða hesir býttir út á hvør sína helvt. Um tríggir ella fýra verða meldaðir til, verða hesir býttir út á hvør sína fjórðingshelvt. Hetta verður bert at galda fyri leikarar/pør frá sama felagi.

Um felag meldar fleiri leikarar/pør til, verða teir fýra fremstu býttir eftir tí omanfyrinevnda, um felagið ikki navngevur teir leikarar/pør, sum tað ynskir at verða býtt eftir omanfyrinevnda.

Einasta undantak frá hesari reglu um býtið av tilmeldaðum leikarum hjá felag, kann verða, at felagið serskilt ynskir tveir navngivnar leikarar býttar á hvør sína helvt, um so er, at fleiri enn hesir báðir, eru maldaðir til frá sama felag. Við hesum kann verða uppnátt, at júst hesir báðir leikarar koma í hvør sína helvt; hetta hevði jú ikki verði vist, um tríggir ella fýra leikarar frá sama felagi høvdu verið býttir út á hvør sína fjórðingshelvt.

 

Um kappingin byrjar í bólkum, eigur á sama hátt at verða roynt sum fragast at býta leikarar frá sama felagi út á ymsar bólkar. Eisini kann sama regla sum omanfyrinevnt um seeding, verða nýtt til bólkar, har bólkarnir verða nýttir sum ein helvt, fjórðingshelvt o.s.f.

Eitt tímanspar við leikarum frá tveimum ymiskum feløgum, kann ikki fáa fyrinevnda fyrimun í samband við lutakast og áhuga hjá felagi.

Býtið eftir seeding skal fyrst farar fram uttan mun til, hvussu pørini hjá felagi verða býtt. Um reglurnar um býtið av leikarum eftir seeding og býtið av leikarum frá sama felagi kollidera, hava leikarar, ið eru seedaðir, fyrsta rætt. Tó verður í mest møguligan mun roynt at leggja upp fyri býti av leikarum frá sama felagi.

 

Feløg, sum hava meldað leikarar til einstaklingakappingar, hava rætt at verða vitni, tá ið lutakast fer fram.

 

Raðfylgjan í bólkum til opnar- ella einstaklingakappingar verður avgørd á hendan hátt:

  1. Vunnir dystir.
  2. Settmunur: Stendur á jøvnum í settmuni, vinnur tann, ið hevur flest vunnin sett.  (Dømi: um tveir leikarar standa á jøvnum í vunnum dystum, og annar hevur settmunin 7-5 og hin 6-4, so verður tann, ið hevur settmunin 7-5, frammanfyri, tá ið raðfylgjan í bólkinum skal avgerast).
  3. Innanhýsis dystur/ir.
  4. Eru tríggir ella fleiri leikarar javnir eftir hetta, verður umdystur teirra millum.