arifj.jpeg
Ári F. Jensen megnaði at vinna á stórabeiggja sínum í dag. (Savnsmynd)

Úrslit frá fyrstu kappingini

Kappingarárið 2022/2023 varð skotið í gongd í dag, tá ið fyrsta umfar í Grand Prix-kappingini varð spælt í høllini í Trongisvági. 26 luttakarar vóru við.

Í A-bólkinum var tað favoritturin, Fróði F. Jensen, sum fór avstað við sigrinum, men tað var ikki uttan hóvasták, tí at 17 ára gamli lítlibeiggi hansara, Ári F. Jensen, megnaði fyri fyrstu ferð at knógva stórabeiggjanum. Ári vann dystin 3-1.

Í B-bólkinum var sera hørð kapping um at flyta upp í A-bólkin. Susie Midjord, Jósva F. Højgaard og Ólavur Hammer endaðu øll við sama stigatali, so her mátti settmunur roknast fyri at fáa avgreitt neyvu plaseringarnar. Her var tað nýliga afturvendi trífaldi føroyameistarin, Susie Midjord, sum dró longsta stráðið, og tryggjaði sær fyrsta plássið og uppflyting saman við Jósva F. Højgaard, sum var eitt sett betri enn TBF-liðfelagin, Ólavur Hammer.

C-bólkin vann Elsa Kathrina Gisladóttir úr Tór, og nummar tvey bleiv Tummas Wilhelm, somuleiðis úr Tór. Tey bæði flyta tískil upp til B-bólkin til næstu kapping.

D-bólkurin var mannaður við fleiri leikarum, sum vóru til sína fyrstu kapping, og her vóru tað júst tveir av teimum nýggju, Alexander Klevang Eihólm og Tóki Samuelsen, sum gjørdust ávikavist nummar eitt og tvey. Hugaligt var eisini at síggja tveir dreingir úr Vestmanna, Róin Tjørná og Suna á Lava, vera til sína fyrstu kapping.

Næsta Grand Prix-kapping verður 19. november í Tórshavn.

Myndir frá dagsins kapping eru at síggja niðast í hesi greinini.

 

Úrslit frá 1. GP-umfari

 

Bólkur A

  1. Fróði F. Jensen (Tór)
  2. Britt Michelsen (TBF)
  3. Ári F. Jensen (Tór)
  4. Anja Wongwai (TBF)
  5. Kai Roest (TBF)
  6. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)
  7. Teitur Albinus (Tór)

 

Bólkur B

  1. Susie Midjord (TBF)
  2. Jósva F. Højgaard (TBF)
  3. Ólavur Hammer (TBF)
  4. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
  5. Páll Hansen Sørensen (TBF)
  6. Poul Knút Poulsen (TBF)

 

Bólkur C

  1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
  2. Tummas Wilhelm (Tór)
  3. Hávarður Danielsen (Tór)
  4. Hadassa S. Christiansen (Tór)
  5. Finnur Stórhamar (TBF)
  6. Lias Arnason (TBF)

 

Bólkur D

  1. Alexander Klevang Eihólm (Tór)
  2. Tóki Samuelsen (Tór)
  3. Róin Tjørná (Tór)
  4. Karin Berg (TBF)
  5. Suni á Lava (Tór)
  6. Heidi Høgnadóttir (TBF)
  7. Benjamin Simonsen (TBF)