Skærmbillede 2023-04-05 kl. 10.44.10.png

Skrá: FM fyri vaksin

Um eina góða viku fer FM fyri vaksin í gongd. Innleiðandi umførini verða spæld í høllini á Hálsi fríggjadagin 14. apríl, og dagin eftir verða finalurnar spældar á árliga stóra felags FM-finaludegnum hjá borðtennis, badminton og judo.

Ein størri grein um upptaktina kemur í vikuni undan FM, men júst nú er skráin endaliga tøk, og sæst niðanfyri.

FM innleiðandi - skrá:

Kl.18:00: Meistaradeild, kvinnur – einmansleikur
Kl.18:00: Meistaradeild, menn – einmansleikur
Kl.18:00: Miðaldeild, blandað – ein- og tvímansleikur
Kl.19:15: Meistaradeild, kvinnur – tvímansleikur
Kl.20:00: Meistaradeild, menn – tvímansleikur
Kl.21:15: Blandaður tvímansleikur