Skærmbillede 2022-12-07 kl. 12.57.23.png
Rasmus Teitsson í Skorini.

Rasmus gjørdi bart í Danmark

Vikuskiftið 3. og 4. desember 2022 luttóku føroyskir borðtennisleikarar í OB Bordtennis Open í danska býnum, Odense. Tær luttakandi vóru tær á kvinnuliga A-landsliðnum, Anja Wongwai, Britt Michelsen, Durita Fríðadóttir Jensen og Henrietta Nørr.

Eisini 10 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini luttók av sínum eintingum, og hann gjørdi eitt heiðursmerkjahál. Hann vann gull í Yngre Drenge C, silvur í Puslinge B og bronsu í Puslinge A.

Serliga í Puslinge A gjørdi hann vart við seg, og vann nakrar av teimum styrkismettu, ið eru millum teir bestu í Danmark í hesum árganginum. Væl liggur fyri hjá Rasmusi, sum er hugagóður og venur dúgliga við borðtennisfelagnum Tór í Havn.

Hesaferð hevði Rasmus sjálvur meldað seg til, men hann og aðrir ungdómsleikarar á ungdómslandsliðnum fara væntandi at kappast í Danmark aftur longu í januar, tá ið kapping verður í Ribe.