riga1.jpg
Høgni Heinason í dysti ímóti einum frá Ukraina í dag.

Lærdu eina rúgvu í Riga

Føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis hevur í dag luttikið á triðja og seinasta kappingardegnum í Riga City Council's Youth Cup 2019 í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, har mótstøðan – serliga í dag – var ógvuliga stinn, hesaferð orsaka av at føroysku leikararnir flest allir vóru ein árgang yngri enn dagsins mótstøðuleikarar, ið vóru juniorar.

 

Hetta merktist eisini frá morgunstundini, har eingin av teimum sjey føroysku leikarunum spældu seg víðari úr bólkaspælinum, men tó vunnu nøkur sett og kundu fegnast um, at tað var mótstøða av ovastu hill og góðir lærupengar at fáa. Tíbetur var kappingin fyriskipað við plaseringsdystum, og tí fingu leikararnir hópin av dystum í beinini umframt bólkadystirnar.

 

Í plaseringsdystunum bleiv tað til fitt av føroyskum sigrum, og venjararnir fegnaðust um, at leikararnir løgdu byrjunarnervarnar til viks og mentust væl ígjøgnum kappingina og høvdu dirvi at spæla sítt egna spæl. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at nógvir av føroyingunum spældu sítt higartil allarbesta spæl á ungu borðtennisleiðini.

 

Riga City Council's Youth Cup 2019 hevur sum heild verið ein góð uppliving fyri føroysku leikararnar, og sólskinssøgan var, at nógvir leikarar spældu seg víðari í sínum aldursbólkum. Hetta prógvar, at føroyskt ungdómsborðtennis er á rættari kós, og spennandi verður framhaldandi at fylgja við gongdini og menningini hjá ungu leikarum okkara.

 

Eisini er at fegnast um, at leikararnir lærdu eina rúgvu hesar dagarnar í Riga, har tað mangan var hektiskt við einari ørgrynnu av leikarum, men at føroyski hópurin stóð væl saman og leikarar stuðlaðu hvørjum øðrum væl við ikki sjálvsøgdum hjálpsemi so sum at coacha hvønn annan og á annan hátt veita stuðul tá ið á stóð.

 

Næsta uppgáva fyri føroyskan borðtennisungdóm verður Topp 12 tann 2. mars og FM fyri ung 15. og 16. mars, og eftir tað er eisini venjingarlega við ungdómslandsliðnum 23. og 24. mars og síðani Mega Cup í Oslo, Noregi, í døgunum 30. mai til 2. juni.

 

Føroysku leikararnir, ið vóru við í Riga:

Anja Wongwai (TBF)

Ári Fríðason Jensen (Tór)

Heri Lava Láadal (Tór)

Høgni Heinason (Tór)

Rói Seyer Hjaltason (Tór)

Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

Tórur Eið Eliasen (Tór)

 

Anja Wongwai í dysti ímóti íslendskum landsliðsleikara.