FL10.png
Ársins Grand Prix-meistari, Britt Michelsen, er styrkismett ovast hjá kvinnum.

Her eru styrkismetingarnar til FM

Fríggjakvøldið byrjar innleiðandi FM-kappingin hjá vaksnum, og nú eru styrkismetingarnar klárar. Hesar verða gjørdar á hvørjum ári fyri at fylgja kappingarreglunum og tryggja, at lutakastið fer rætt fram – og at tey røttu spæla ímóti hvørjum øðrum.

Tað er kappingarnevndin, sum fremur styrkismetingarnar sambært úrslitum í føroysku kappingunum seinasta árið. Hjá monnum eru fýra leikarar styrkismettir, og hjá kvinnum eru tveir leikarar styrkismettir. Hetta kemst av, at tað væntast fýra innleiðandi bólkar hjá monnum og tveir hjá kvinnum.

 

Styrkismetingar – menn

  1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
  2. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
  3. Hallur Thorsteinsson (Tór)
  4. Ári Fríðason Jensen (Tór)

 

Styrkismetingar – kvinnur

  1. Britt Michelsen (TBF)
  2. Durita Fríðadóttir Jensen (Amager BTK)

 

Innleiðandi FM-kappingin verður spæld í høllini á Hálsi fríggjadagin frá kl.18.00 (sí skrá HER), og dagin eftir, leygardagin, verður stóri FM-finaludagurin saman við badminton og judo.